Føroysk sendistova í Moskva

Føroysk sendistova í Moskva
Okkara støða eystanfyri skal styrkjast
 
29.07.2014 - 14:22

 

Føroysk sendistova verður latin upp í Moskva seinni í ár, boðaði løgmaður løgtinginum frá í røðu síni.

Men meira segði løgmaður ikki um tað - annað enn, at tað fer at styrkja støðu Føroya í londunum eystanfyri.

Í hesum parti av røðuni kom Kaj Leo Holm Johannesen inn á økta spenningin í Evropa. 

Hann nevndi ikki Ukraina, men segði tað vera óskiljandi, at nakar skjýtur niður eitt ferðafólka-flogfar við sløkum 300 fólkum umborð.

- Eg vóni, at tey, sum hava ábyrgdina av hesi illgerð, verða drigin til svars, og at tiltøk verða sett í verk, so slíkt ikki hendir aftur, segði løgmaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659