Gerðarættur ikki endurtikin

Gerðarættur ikki endurtikin
Blokadan og arbeiðssteðgurin hjá Pedagogfelagnum móti forskúlunum vera verandi ólóglig
Halgir W. Poulsen er sjálvur annar formaður í Fasta Gerðarrætti, og hann var eisini ein av trimum dómarum í málinum hjá Pedagogfelagnum og Kommunala arbeiðsgevarafelagnum
 
01.08.2014 - 13:02

Grundarlag er ikki fyri at loyva uppafturtøku í Gerðarrættinum, sigur formansskapurin í Fasta Gerðarrættinum.

Fasti Gerðarrætturin verður ikki kallaður saman aftur at viðgera trætuna millum Pedagogfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið um lønina hjá námsfrøðingunum í forskúlunum.

Tað sigur Gurið Joensen, sum sjálv onnur er forkvinna í Fasta Gerðarrætti. Hon sigur, at bæði hon og Halgir W. Poulsen, sum er hin formaðurin, eru samd um, at grundarlag er ikki fyri at taka málið uppaftur.

Tað fingu advokatarnir hjá pørtunum at vita í gjárkvøldið. Pedagogfelagið vildi hava málið uppafturtikið, tí mannagongdin var, sambært felagnum, ikki røtt, tá Gerðarrætturin viðgjørdi og avgjørdi málið fyrst í juli.

Formenninir kunnu taka mál upp av nýggjum

Sambært sáttmálanum um Fastan Gerðarrætt kunnu formenninir í serligum føri, í semju, eftir áheitan frá parti innan fyri fýra vikur frá úrskurði taka málið upp av nýggjum sum týðandi mál, har allir gerðarrættarlimirnir eru við.

Skuldi málið um námsfrøðingarnar í forskúlunum takast upp aftur, skuldi tað vera fyri 3. august. Vanliga avgera tríggir gerðarrættardómarar málini, sum Fasti Gerðarrættur fær. Men semjast formenninir um at taka eitt mál uppaftur, skulu allir átta gerðarrættardómarar vera við.

Fasti Gerðarrættur segði 3. juli, at blokadan hjá Pedagogfelag móti forskúlunum, og arbeiðssteðgurin, sum skuldu koma í gildi 17. august, tá skúlaárið byrjar, eru ólóglig.

Pedagogfelagið avlýsti blokaduna og arbeiðssteðgin, men bað eisini um at fáa málið viðgjørt av nýggjum í Fasta Gerðarrætti, men tað verður av ongum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. januar
Vikuskiftið 16. jan 2026
202799
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Fríggjadag 16. januar
Breddin: Støðulýsing um Iran
202763
Fríggjadag 16. januar
Morgunlestur fríggjadagur 16.januar 2026
202445
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610