Grein 19-nevndin leggur arbeiðið til rættis

Grein 19-nevndin leggur arbeiðið til rættis
Nevnd hevur fund mikudagin
 
04.08.2014 - 09:49

Mikudagin fer grein 19-nevndin, sum skal kanna Eik-grunnin og grunnaeftirlitið, til arbeiðis. Tá hevur nevndin fund.

Tað eru tey trý, Jóan Magnus Rasmussen úr Flokkaflokkinum, Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum og Kristina Háfoss úr Tjóðveldi, sum manna nevndina.

Formaðurin Joen Magnus Rasmussen hevur fyrr sagt, at hann fer tíðliga í august at leggja arbeiðið hjá nevndini til rættis.

Tað er framvegis ógreitt, hvussu nevndin sleppur fram at Eik grunninum. Tað kann enda við, at nevndin fer at kanna eftirlitið hjá Skráseting Føroya við Eik grunninum sum dømi, hevur formaðurin sagt við Útvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949