Borgarstjóri verður formaður hjá Konservativu

Borgarstjóri verður formaður hjá Konservativu
Tað hevur ikki eydnast Lars Barfoed at venda gongdini, og tí leggur hann frá sær sum floksformaður
Søren Pape Poulsen verður nýggjur formaður í Konservativa flokkinum
Mynd: DR  
 
07.08.2014 - 08:19

Konservativi Fólkaflokkurin í Danmark fær nýggjan formann í dag.

Nú klokkan níggju fer fólkatingsmanningin hjá Konservativa flokkinum at velja Søren Pape Poulsen til politiskan leiðara fyri Lars Barfoed, sum leggur frá sær, og síðani verður tíðindafundur. 

Lars Barfoed heldur kortini fram sum floksformaður til landsfundin 27. og 28. september, og tá verður Søren Pape Poulsen valdur til formann.

Hevur ikki vent gongdini

Tað hevur ikki eydnast Lars Barfoed at venda gongdini í Konservativa flokkinum, og sambært veljarakanningunum hevði flokkurin bert fingið fimm prosent av atkvøðunum, var var nú. Í gjárkvøldið boðaði Lars Barfoed frá, at hann leggur frá sær.

Nýggi formaðurin er borgarstjóri í Viborg, og hann situr ikki fólkatinginum. Tað er fyrstu ferð í søguni hjá Konservativa flokkinum, at farið verður út um Christiansborg at manna formanssessin í flokkinum. 

Lars Barfoed sigur, at hann hevur leitað eftir einum nýggjum formansevni í fleiri mánaðir, og hann heldur, at Søren Pape Poulsen er rætti maðurin, tí borgarstjórin í Viborg dugir væl at samskifta og at fáa veljarar. Søren Pape Poulsen tvífaldaði sítt atkvøðutal á seinasta kommunuvali. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263