Norðmenn ætla at selja sild í Føroyum

Norðmenn ætla at selja sild í Føroyum
Sildin skal virkast í Føroyum og seljast russum sum føroysk sild
 
14.08.2014 - 11:31

Norðmenn umhugsa nú at landa og virka sín fisk í Føroyum, og síðani at selja hann til Russlands.

Tað sigur Per Magne Eggesbø, stjóri á norska Vartdal Seafood, við Dagens Næringsliv.

Russland hevur sett innflutningsbann fyri fiski úr millum annað Norra og ES. Hetta kemur norðmonnum dátt við, tí áleið 20 prosent av norska sildaútflutninginum fór til Russlands.

Norska fiskivinnan ætlar nú at sleppa inn á russiska marknaðin kortini. Stjórin á norska Vartdal Seafood sigur ein møguleika verða, at norski fiskurin verður landaður í Føroyum og seldur Russlandi sum føroysk vøra.

- Inntøkurnar eru avgerandi fyri okkara virksemi, ásannar hann.

Taka ikki undir við ætlanini

Norska fyritøkan Pelagia, sum er millum størstu fiskaútvegarar í Evropa, tekur als ikki undir við hesum leistinum. Stjórin, Egil Magne Haugstad, vísir á, at orsøkin til innflutningsbannið er spenta støðan millum Russland og Ukraina. Norra stendur vanliga saman við vesturheiminum í krígsstøðu, og tað skal ikki broytast nú, heldur hann.

Hann væntar, at myndugleikararnir taka neyðugu stigini, um norska fiskivinnan fer at gera sær dælt av støðuni.

Men hann er kortini sannførdur um, at tað ber til hjá norðmonnum at flyta fisk til Russlands við Føroyum sum miðstøð.

- Russland er eitt korrupt land, og tað ber helst til at innflyta tað, sum russar vilja hava, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870