Skulu vinna á byrjunartrupulleikum

Skulu vinna á byrjunartrupulleikum
Pelagos hevur havt byrjunartrupulleikar, serliga í frystingini. Stjórin vónar, at tey um eina viku kunnu arbeiða við fullari megi
Her verður fyrsta lastin løgd upp til Pelagos hósdagin, tá Fagraberg kom við 225 tonsum.
Mynd: Mynd: KVF  
 
17.08.2014 - 20:52

Nýggja uppsjóvarvirkið Pelagos í Fuglafirði hevur nú tikið ímóti tveimum smáum lastum av makreli. Hósdagin legði Fagraberg 225 tons upp til virkið, og í gjár var Tummas T við 100 tonsum.


Jóhan Páll Joensen, stjóri á Pelagos, sigur, at tey hava havt ávísar byrjunartrupulleikar, sum vinnast skal á. Serliga í frystingini hava byrjunartrupulleikar verið, men stjórin sigur, at hetta er ikki annað enn tey høvdu væntað.


Jóhan Páll Joensen sigur, at neyðugt verður við nøkrum smærri nøgdum afturat, áðrenn virkið kann arbeiða við fullari megi. Hann vónar, at tey hava vunnið á byrjunartrupulleikunum um eina viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634