Vænta skrivliga váttan í morgin

Vænta skrivliga váttan í morgin
Landsstýrið bíðar enn eftir endaligari váttan úr Russlandi um innflutningsbannið
Gunnar Holm Jacobsen er deildarstjóri á Uttanríkisrtænastuni á Løgmansskrivstovuni
 
18.08.2014 - 15:49

Landsstýrið fær helst í morgin skrivligu váttanina úr Russlandi, sum skal staðfesta, at Føroyar eru ikki fevndar av innflutningsbanninum í Russlandi. 

Uttanríkistænastan í Tinganesi hevur umvegis føroysku sendistovuna í Keypmananhavn fingið at vita frá russisku sendistovuni í Keypmannahavn, at skrivliga váttanin er klár í morgin. 

Tað sigur Gunnar Holm Jacobsen, deildarstjóri í Uttanríkistænastuni í dag. 

Ivi um støðu Føroya

Tað var týsdagin í farnu viku, at føroyingar fingu munnliga váttan fyri, at bannið hjá Russlandi ikki fevnir um Føroyar. 

Ivi var um støðu Føroya, tí Russland hevur bannað innfluttningi úr ES. Føroyar eru partur av danska ríkinum, og Danmark er limur í ES.  Men føroyskir myndugleikar hava fingið váttan fyri, at bannið fevnir ikki um Føroyar, og skrivliga váttanin er nú á veg.

Tað hevur stóran týdning fyri føroysku vinnuna at fáa hesa váttan skrivliga, tí signalini frá kundum úr Russlandi hava higartil verið ógvuliga ymisk.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286