Formansskapur vil ikki vita av rokning
Formansskapur vil ikki vita av rokning
Stórur partur av formansskapinum á tingi vil ikki vita av rokningini, Anfinn Vitalis Hansen hevur sent fyri tíðarskeiðið, hann var kanningarstjóri
Órógv er nú í formansskapinum á løgtingi um samsýningina, sum Anfinn Vitalis Hansen, táverandi kanningarstjóri í Eysturoyartunnilsmálinum, krevur at fáa fyri arbeiðið, hann gjørdi, tá hann var kanningarstjóri
Mynd: KvF
20.08.2014 - 18:30
Órógv er nú í formansskapinum á løgtingi um samsýningina, sum kanningarstjórin í Eysturoyartunnilsmálinum krevur at fáa fyri tað arbeiðið, hann gjørdi, áðrenn hann varð noyddur at leggja frá sær vegna rumbul um ógegni.
Anfinn Vitalis Hansen hevur allatíðina hildið uppá, at hann var gegnigur, og málið um hansara gegni hevur ikki verið roynt við hægri stovn í Danmark, hjá Advokatsamfelagnum, sum eisini er eftirlitsmyndugleiki hjá føroyskum advokatum.
11. januar - dagin eftir, at hann ikki longur var kanningarstjóri - tvíhelt Anfinn Vitalis Hansen í samrøðu við útvarpið um, at hann var gegnigur, og segði í sama viðfangi, at hann sjalvandi helt seg hava rætt til at fáa samsýning fyri tær útreiðslur, sum hann hevði havt til tá.
Síðani hevur advokaturin sent tinginum rokning fyri teir góðu tveir mánaðirnar, hann hevur arbeitt sum kanningarstjóri. Men í formansskapinum vilja tey ikki vita av hesi rokningini.
Løgtingslimir vísa á ógegni
Páll á Reynatúgvu situr eisini í formansskapinum hjá løgtinginum. Hann vísir somuleiðis til ógegni um grund fyri ikki at rinda rokningina. Tað hevur ikki eydnast útvarpinum at fáa viðmerking frá Jógvani á Lakjuni, løgtingsformanni.
Súsanna Danielsen, stjóri á løgtingsskrivstovuni sigur í stuttari viðmerking, at tað í síðsta enda er tingformaðurin, sum setir kanningarstjóran, sum skal góðkenna slíka rokning.
Løgtingið hevur ikki sent málið um gegnið hjá Anfinni Vitalis Hansen til metingar hjá eftirlitsmyndugleikanum í Danmark og hevur tískil ongan úrskurð frá hægri stovni at vísa á.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. januar
EM tíðindir - 28 jan 2026
203370
Mikudag 28. januar
Orðaval #30: Umljóð og kærleiksorð
203366
Mikudag 28. januar
Byrja einfalt
203358
Mikudag 28. januar
Morgunlestur mikudagur 28.januar 2026
203269
Týsdag 27. januar
Dávid Reynheim er á breddanum
203302
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378
Mikudag 28. januar
Hetta er Sophilia
203379