Kaj Leo møguliga bjargað HB og 07 vestur

Kaj Leo møguliga bjargað HB og 07 vestur
Spenningur er enn í 1 deild. Sigurin hjá HB í dag við løgmanni í mál gjørdi at FC Suðuroy misti 2.plássið og HB ikki er í niðurflytingar vanda
 
23.08.2014 - 18:15

FC Suðuroy fyribils mist uppflytingarplássið

Heilt við kappingarbyrjan í 1 deild gjørdist greitt at uppflytingarstríðið fór at vera millum tey trý liðini, TB, O7 vestur og FC Suðuroy. 


Lógin sigur at eitt lið skal enda í millum trý tey ovastu liðini fyri at hava loyvi at flyta upp í hægri deild. Hendan lógin verður nýtt tá næstbestu liðini hjá feløgum enda omanfyri bestu liðini hjá øðrum feløgum. 


Men í ár sær ikki út sum at næstbesta liðið hjá nøkrum felag fer at enda omanfyri 07 vestur ella FC Suðuroy, men enn er ein teoretiskur møguleiki fyri tí. 

 

Úrslitini í dag spældu soleiðis av at FC Suðuroy, sum var favorittur í dag tapti fyri HB í Gundadali.  Og tá 07 vestur vann útidystin móti Víkingi sær stigatalvan øðrvísi út, enn hon gjørdi áðrenn 23.umfar.

07 vestur sum í gjár lá einum triðja plássi liggur nú omanfyri uppflytingarstrikuna saman við TB.

TB hevur longu vunnið deildina

TB liðið hevur havt eitt framúr gott kappingarár. Tvøramenn hava bert tapt ein dyst í ár, og uppflytingin er longu veruleiki. Men enn er ógreitt hvat lið skal spæla í bestu deildini næsta ár saman við TB.

 

Tvøramenn kunnu longu fyrireika seg til at spæla í bestu deildini næsta ár. Men hóast alt er avgjørt hjá teimum, so gjørdu teir sína skyldu í dag. TB vann heili 7-1 á heimavølli móti KÍ. Hetta er tó ikki størsti sigurin hjá TB í ár. TB vann heili 7-0 á Víkingi fyri summarsteðgin. 

 

Løgmaður boðsendur

Fleiri fólk samlaðust í Gundali í dag, tá tað hoyrdist at sjálvur løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen skuldi verja HB málið. Og sigast skal at hann stóð ein brand dyst, og helt málið reint.



Thomas Knudsen, sum hevur vart málið hjá 1.deild í HB í alt ár er fluttur av landinum. Tískil kom HB so at siga í neyð í dag, tá teir manglaðu ein málverja. 
 

HB ikki í niðurflytingarvanda

Tað hevur verið siðvenja at HB hevur havt eitt sera gott lið í 1.deild. Men í ár hevur ikki riggað eins væl sum undanfarin ár. 
Men við trimum stigum í dag við sigurin á FC Suðuroy hevur HB hálað seg eitt stig framum KÍ á næstaftasta plássi, sum í dag tapti heili 7-1 fyri TB. 


Einki avgjørt enn

Hvørji lið flyta upp í bestu deildina og hvørji tíverri mugu royna seg í 2.deild næsta ár er ikki avgjørt enn. Enn er spenningurin stórur um hvat lið endar nummar tvey og tískil flytur upp í bestu deildina.

 

Og somuleiðis er spenningurin enn stórur um hvør skal ein túr í 2.deild at spæla.

 

Í løtuni er tað felagsliðið úr sundalagnum, EB/Streymur, sum sær út at hava tað trupult at fóta sær í næstbestu deildini. Teir eru á 10.plássi og hava sjey stig upp til HB, sum er omanfyri niðurflytingarstrikuna. Tað eru bert 12 stig eftir at spæla um. 

 

Hóast Kí í løtuni liggur niðanfyri niðurflytingarstrikuna, so hevur KÍ bert eitt stig upp til HB, og tískil er einki avgjørt enn í 1 deild. 

Úrslitini um vikuskiftið
 

B36 - NSÍ                 3-0
TB - KÍ                     7-1
Víkingur - 07 vestur 1-2
EB/Streymur - AB     2-5
HB -FC Suðuroy      1-0

 

Stigatalvan eftir 23.umfar

TB                62 stig
O7 vestur     40 stig
FC Suðuroy  38 stig
B36               34 stig
NSÍ               31 stig
AB                30 stig
Víkingur        25 stig
HB                 23 stig
KÍ                  22 stig 
EB/Streymur 16 stig



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424