Forkeypsrættur til partabrøv endaði í løgtinginum

Forkeypsrættur til partabrøv endaði í løgtinginum
Kristina Háfoss spyr Jørgen Niclasen um forkeypsrættin hjá stjórunum í BankNordik
Kristina Háfoss, løgtingskvinna, spyr, um landið, sum eigur triðingin av BankNordik, góðtekur partabrævaopsjónir sum løn hjá bankastjórum
 
04.09.2014 - 07:39

Tá bankastjórar fáa partabrævaopsjónir kann bankin fara at átaka sær størri váða og stýra stuttskygdari, so kursurin á Partabrøvunum er høgur júst tann dagin, bankastjórarnir kunnu brúka forkeypsrætt sín og keypa partabrøv í bankanum fyri lægri kurs enn tann, sum annars er galdandi tá.

Nógv meta, at júst hesin mátin at løna bankastjórum var ein av fleiri orsøkum til, at fíggjarkreppan í 2008 gjørdist so ógvuslig. 

Tað sigur Kristina Háfoss, løgtingskvinna í Tjóðveldi, sum á tingfundinum mikudagin fer at spyrja Jørgen Niclasen, landsstýrismann, um partabrævaopsjónirnar, sum stjórarnir í BankNordik fingu mánadagin.

Forkeypsrætt sum løn

Landið eigur, gjøgnum Fíggingargrunnin, framvegis triðingin av BankNordik.

Janus Petersen, forstjóri, og John Rajani, stjóri, fingu tilsamans 46.619 partabrævaopsjónir mánadagin. 

Kursurin er 112,90 fyri hvørt partabrævið. Tað er miðalkursurin hjá partabrævinum í BankNordik teir fimm søludagarnar fyri 1.september.

Frá 10.august til 10.desember í 2018 kunnu bankastjórarnir so keypa partabrøvini fyri kursin 112,90, sama hvør kursur annars er galdandi tá.

Kann gerast kubb

Tá slíkur forkeypsrættur til partabrøv verður brúktur, kann hann gerast ein stórur vinningur hjá tí, sum eigur rættin. Tað er um kursurin er nógv hægri tá enn hann var, tá forkeypsrætturin varð latin.

Er kursurin eitt nú 150 og forkeypsrætturin til dømis sigur 112,90, kunnu partabrøv keypast fyri 112,90 kr. og seljast aftur fyri 150 krónur.    

Góðkent á aðalfundi

Aðalfundurin hjá BankNordik hevur góðkent, at nevndin gevur stjórunum báðum partabrævaopsjónir sum part av lønini.

Kristina Háfoss fer at spyrja Jørgen Niclasen, um hann ella Fíggingargrunnurin hava tikið undir við, at partabrævaopsjónir verða partur av lønini hjá stjórum í føroyskum banka. 
  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Guðstænasta
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311