- Tíðindi, mentan og ítróttur
Beinagrindin var av Pidda
Beinagrindin var av Pidda
Løgreglan hevur nú endaliga eyðmerkt beinagrindina, sum varð funnin út fyri Ljósá

09.09.2014 - 15:45
Beinagrindin, ið varð funnin út fyri Ljósá sunnudagin 31. august, er av Dánjali Peturi Hansen, vanliga nevndur Piddi.
Tað upplýsir løgreglan, nú beinagrindin er endaliga eyðmerkt.
Piddi hevur verið saknaður síðan 4. november í 2011, og hann varð 42 ára gamal, tá hann varð eftirlýstur. Beinagrindin varð funnin 150 metrar úr landi og á 22 metra dýpi.
Tey avvarðandi eru kunnað, sigur politiið.
Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 16.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























