Facebook er nú 200 milliardir dollarar vert

Facebook er nú 200 milliardir dollarar vert
Sosiala netverkið, Facebook, er nú vert meira enn bæði Toyota, IBM, Coca Cola og Bank of America, eftir nýggjastu børsskrásetingina
Facebook er nú 200,9 milliardir dollarar vert, eftir børsskrásetingina í gjár. Til sammeting er Google nú vert 400,4 milliardir dollarar
 
09.09.2014 - 21:30

<p>38 dollarar. Tað kostaði eitt partabræv hjá Facebook við børsskrásetingina hjá fyritøkuni fyri hálvum ári síðan. Eftir hálvum ári eru partabrøvini í Facebook hækkað munandi í virði.</p>

<p>Í gjár fóru partabrøvini upp í 77,89 dollarar. Sostatt er Facebook nú vert 200,9 milliardir dollarar. Til sammeting er Google nú vert 400,4 milliardir dollarar, skrivar Ritzau.</p>

<p>Bæði Facebook og Google eru í harðari kapping um lýsingarkrónurnar á internetinum. Báðar fyritøkurnar hava eftir tveimum árum sett meira inn eftir lýsingarkrónunum á teldlum og snildfonum.</p>

<p>Fyrsta ársfjórðing 2014 forvann Google fýra ferðir meira pening enn Facebook. Hinvegin var vøksturin hjá Facebook 61 prosent fyrsta ársfjórðing í ár, ella tvífalt so nógv sum vøksturin hjá Google.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558