Jørgen í tingið at verja ætlan um kommunupengar

Jørgen í tingið at verja ætlan um kommunupengar
Kommunurnar ikki javnsettar og vandi er fyri brúkaragjøldum á eldraøkinum, sigur Kristina Háfoss í Tjóðveldi, sum fer at spyrja landsstýrismannin
Landsstýrið og kommunurnar hava havt nógvar fundir um pengarnar til eldraøkið, men eingin semja er enn
 
09.09.2014 - 07:46

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, skal í morgin verja ætlan sína um fíggingina, sum kommunurnar fáa fyri at yvirtaka eldraøkið og heimatænsturnar á nýggjárinum.

Kristina Háfoss, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, fer at seta landsstýrismanninum tveir munnligar fyrispurningar.

Hon spyr millum annað, hví kommunurnar ikki verða javnsettar. Fámjin, Kvívík og Havnin hava gjørt vart við, at tær tríggjar kommunurnar fáa ikki nóg nógvar pengar til útreiðslurnar, sum landið áleggur teimum.

Rennur undan ábyrgd

Landsstýrið veit, at eldraøkið fer at krevja nógvar ábøtur komandi árini. Heldur enn at loysa hesa avbjóðing rennur landsstýrið undan ábyrgdini og blakar hana á kommunurnar, sigur Kristina Háfoss. 

Inntøkurnar hjá kommununum fara ikki at økjast so hvørt sum útreiðslurnar til eldraøkið vaksa. Og kommunurnar fáa ikki ta fígging, sum svarar til tørvin hjá teimum.

Úrslitið verður, at sera ymiskt tænastustøði verður til tey eldru og tey, sum hava brúk fyri heimatænastum.

Óttast brúkaragjøld

Og sera sannlíkt er, at brúkaragjøld verða áløgd, tí kommunurnar fáa ov fáar pengar frá landinum, er niðurstøðan hjá Kristinu Háfoss. 

Hon ivast eisini í endurgjaldinum til kommunurnar fyri tey, sum eru í altjóða skipaskráunum FAS og DIS. Tí so hvørt sjófólk gerast pensjónistar og fara úr FAS ella DIS, missa kommunurnar tað endurgjaldið, sum skal brúkast til at fíggja eldratænasturnar. 

Og kommunurnar missa oman fyri 100 mió. kr. í pensjónsskattainntøkum, sum kommunurnar áttu til 1.januar í fjør, tá allar inntøkurnar av forskattaðu pensjónunum fóru í landskassan. 

Tvey álit 

Løgtingsfundur verður klokkan 11.00 í morgin, og tá eru munnligir fyrispurningar á skránni.

Á fundinum í morgin fer Fíggjarnevndin at leggja fram álit í tveimum tingmálum, sum nevndin langt síðani eru liðug at viðgera, men eingin tingfundur hevur verið síðani hálvan august.

Annað málið er eykajáttan, sjey milliónir krónur, til serviðgerðir uttanlands, og hitt er um, at seyður, sum verður givin sum samsýning fyri fjallgongu og røkt, eigur ikki at vera skattskyldug inntøka hjá tí, sum fær seyðin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114