Nýggj iPhone við stórum skíggja avdúkað í kvøld

Nýggj iPhone við stórum skíggja avdúkað í kvøld
Keyparar kunnu gleða seg til størri skíggja, betri battarí og valið millum eina lítla og eina stóra iPhone 6, sambært leysatíðindum
Størri skíggi enn higartil. Tað er nakað av tí, keyparar kunnu gleða seg til, tá iPhone 6 kemur í handlarnar 19. september. Á myndini iPhone 5 til vinstru og tær nýggju iPhone 6 í miðjuni og høgru
Mynd: Skíggjamynd/Martin Hajek  
 
09.09.2014 - 12:45

19. september. Tað er dagurin, tá tann nýggja iPhone 6 hjá fyritøkuni Apple kann keypast í teimum stóru londunum, skrivar appleinsider.com á netinum - um leysatíðindini eru álítandi.

Tað er tó ikki vist, at nýggja iPhone 6 verður at fáa í Føroyum longu um 10 dagar, tí vanligt hevur verið, at nýggjar Apple-vørur koma eitt sindur seinni til Danmarkar.

Nýggja telefonin kemur á marknaðin við tveimum ymiskum skíggjum; 4,7 tummar ella 5,5 tummar. Til sammetingar er skíggin á iPhone 5 - ið longu er á marknaðinum - fýra tummar.

Størri battarí

Ein størri skíggi krevur eisini eitt størri battarí. Tískil verður battaríið á iPhone 6 nærum tvífalt so stórt enn á iPhone 5. Tað er ikki vist, at battaríið fer at halda longri enn nú.

Telefonin við tí minna skíggjanum fer at nevnast iPhone 6, meðan telefonin við størra skíggjanum fer at nevnast iPhone 6 Plus, vilja leysatíðindi vera við.

Apple plagar at gera nógv burturúr, tá fyritøkan kemur við nýggjum vørum. Tíðindafundurin verður sjónvarpaður beinleiðis á netinum klokkan 18 í kvøld føroyska tíð, skriva miðlar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098