Annika vil hava semju við kommunur um frípláss

Annika vil hava semju við kommunur um frípláss
Broyting í inntøkumarkinum fyri at fáa frípláss fer at kosta kommununum slakar tríggjar mill. kr.
 
13.09.2014 - 09:29

Ætlanin var at broyta inntøkumarkið fyri at fáa fíggjarligt frípláss til ansing 1. august. Men av tí at kommunurnar skulu taka við eldaraøkinum á nýggjárinum, heldur Annika Olsen, landsstýriskvinna, tað vera skilabetri at bíða við at áleggja kommununum hesa uppgávuna aftrat nú.

Annika Olsen hevur svarað Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, sum spurdi um málið í tinginum.

Málsøkið um fíggjarligt frípláss er kommununalt burturav.

Hækkast upp í 400.000 kr.

Eftir galdandi skipan verður veitt fult frípláss, tá inntøkan er lægri enn 248.000 kr., og rætturin til frípláss lækkar í stigum, so hvørt inntøkan hækkar. Er inntøkan 293.000 kr., fellur rætturin burtur.

Annika Olsen sigur, at hon ætlar at varðveita lægra markið, men at hækka tað ovara upp í 400.000 kr. 

Almannamálaráðið og Hagstovan meta, at hetta fer at kosta kommununum 2,7 milliónir kr. Tá er ikki lagt upp fyri møguligum meirinntøkum av skatti, sum kommunurnar fáa.

Annika Olsen sigur, at broytingin hevur avleiðingar fyri kommunurnar, men hon væntar eisini, at kommunurnar fáa størri inntøkur, tá tað fer at loysa seg betur at arbeiða. 

Kommunufelagið mælir frá

Uppskot um at broyta kunngerðina um fíggjarligt frípláss hevur verið til hoyringar, og ætlanin var, at hon skuldi koma í gildi 1. august. 

Men Kommunufelagið mælti av fíggjarligum ávum til at útseta hoyringina. Tí hevur landsstýriskvinnan avgjørt at útseta málið, so tað kann loysast í sátt og semju við kommunurnar, sum skulu bera kostnaðin av broytingini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776