Søkja eftir deildarstjóra til Fiskiveiðieftirlitið

Søkja eftir deildarstjóra til Fiskiveiðieftirlitið
Nýggja deildarstjórastarvið er roynd at raðfesta og styrkja Fiskiveiðieftirlitið, sigur Elmar Højgaard, stjóri á Vørn
 
17.09.2014 - 14:51

Talan er um nýtt starv í sambandi við bygnaðarbroyting á Vørn,  sigur Elmar Højgaard, stjóri.

Fiskiveiðieftirlitið er deild undir Vørn, og nýggi deildarstjórin skal hava dagligu ábyrgdina av at fremja fiskiveiðieftirlit á sjógvi og á landi í Føroyum og við føroyskum fiskiskipum í fremmandum sjógvi. Tann, sum settur verður, skal hava skipsføraraútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving.

Starvið er tænastumannalíknandi starv og er lønt í 36. lønarflokki sambært avtalu millum Tænastumannafelag landsins og Fíggjarmálaráðið. Evsta mark at søkja er 22. september klokkan 12.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595