Gjaldstovan onga lógarheimild at krevja MínBoks

Gjaldstovan onga lógarheimild at krevja MínBoks
Løgtingsins umboðsmaður staðfestir, at Gjaldstovan onga lógarheimild hevði at krevja, at almenn starvsfólk skulu hava Mínboks fyri at fáa lønarseðil
 
27.09.2014 - 14:37

"Gjaldstovan boðar nú frá, at lønarseðlar eftir 1. mars 2014 einans verða sendir í Minboks"

Soljóðandi teldubræv fingu almenn starvsfólk 27. februar í ár. 

Hetta fall einum almennum starvsfólki so mikið fyri bróstið, at viðkomandi valdi at kæra avgerðina hjá Gjaldstovuni til Løgtingsinsumboðsmann. 

"Mín spurningur er tí, hvørja heimild hevur Gjaldstovan at krevja av okkum, at vit skulu hava Mínboks?"

Mínboks er ein ókeypis skipan við persónligum talgildum postkassum, har borgarar kunnu fáa atgongd til post frá almennu myndugleikunum. 

Onga lógarheimild

Men niðurstøðan hjá Løgtingsinsumboðsmanni er greið, eftir at allir partar í málinum eru hoyrdir: 

Gjaldstovan, sum hoyrir undir Fíggjarmálaráðið, hevur onga lógarheimild at krevja, at løntakari meldar seg til Mínboks fyri at móttaka lønarseðil. 

Í niðurstøðuni, skrivar Løgtingsinsumboðsmaður:

"Í síni frágreiðing til mín um ítøkiligu klaguna viðmerkir Fíggjarmálaráðið, at tað ongastaðni er ásett, hvussu lønmóttakarin skal hava skrivliga lønarseðilin. Eg lesi hetta sum, at Fíggjarmálarráðið er av tí fatan, at heimild er fyri nýggju mannagongdini, sum hevur við sær, at løntakari skal melda seg til Mínboks fyri at móttaka lønarseðil. Hesi fatan er ikki grundarlag fyri."

Mínboks meira umfatandi

Greitt er, at í skattalógini grein 63, stykki 7, er ásett, at løntakari skal hava skrivliga fráboðan, tá ið løn verður ávíst. Men sambært Løgtingsinsumboðsmanni, lýkur Gjaldstovan ikki kravið um skrivliga fráboðan um løn og skatt við nýggju mannagongdini um at brúka Mínboks, tí fleiri starvsfólk harvið ikki fáa lønarseðilin og kunnu tískil ikki lesa hann.

Fíggjarmálaráðið roynir í hoyringsskrivinum til kæruna at vísa á, at Gjaldstovan síðan 2005 hevur sent lønarseðlarnar talgilt í Netmiðluna, og at Mínboks er bara ein annars talgildur postkassi. Men hetta er ikki rætt, sambært Løgtingsinsumboðsmanni, tí Mínbok er nógv meira umfatandi, tí við at skráseta seg í Minboks velur brúkarin ikki bara at móttaka post frá einum myndugleika og velja at samskifta við aðrar myndugleikar og privat virki. 
 
Løgtingsinsumboðsmaður átalar í niðurstøðuni eisini, at um starvsfólkið ikki sjálvboðið skrásetir seg í Mínboks, so verður ein talgildur postkassi sjálvvirkandi stovnaður fyri starvsfólkið, fyrstu ferð tað fær løn umvegis Gjaldstovuna. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650