Fýra dagar á oljumessu kostaðu slaka millión

Fýra dagar á oljumessu kostaðu slaka millión
Sí her, hvussu fýra kommunur megna at nýta 911.115 krónur upp á fýra dagar á oljumessu í Stavanger.
Tríggir fegnir borgarstjórar á oljumessu í Stavanger.
Mynd: www.torshavn.fo  
 
28.09.2014 - 12:34

Árliga Oljumessan var hildin í Stavanger 25. til 28. august í summar.

Og hóast vit í Føroyum ikki hava funnið olju enn, so steðgaði tað ikki fýra kommunum at senda fólk avstað at luttaka á messuni.
Og tað er dýrt at luttaka. 
Við ferð, uppihald, dagpengum, fundarpengum og øðrum kostaði føroyska luttøkan íalt 911.115 krónur hesar fýra dagarnar, oljumessan vardi.

Tvøroyri tók konsulent við

Tvøroyrar Kommuna var bíligast. Tað kostaði 87.800 krónur at luttaka á oljumessuni.
Ferðaseðlarnir kostaðu 14.000 krónur. Fýra fólk skuldu avstað.
Varaborgarstjórin, Bjarni Hammer, Johan Mortensen, Jón Bogi Guttesen og Jens Johannesen. 
Men hin síðstnevndi kom ikki við kortini. Lítið nyttaði - tey fingu ikki ferðaseðilin refunderaðan.
Johan Mortensen, stjóri í smápartafelagnum Baldursbrá, var við sum konsulentur fyri Tvøroyrar Kommunu. Umframt ferð og uppihald fekk hann góðar 8000 krónur í konsulentløn fyri sítt arbeiði fyri kommununa.
Tvørámenninir búðu saman í íbúðum - íalt 26.000 krónur fyri fýra nætur.
Básluttøkan hjá Tvøroyrar Kommunu kostaði eisini 35.000 krónur.

Tríggir vágbingar fingu 29.000 í dagpeningi

Vágs Kommuna sendi eisini trý fólk avstað. Men tann ferðin kostaði góðar 125.000 krónur - slakar 50.000 krónur meir enn grannakommunan.
Skattgjaldarin í Vági rindaði Dennisi Holm, borgarstjóri, Hans Jacob Bech, havnameistari og Boga Mortensen, vinnusamskipara, slakar 35.000 krónur í gisting, góðar 11.000 krónur í flogferðum og - sambært yvirliti frá kommununi - góðar 29.000 krónur í dagpeningi og líknandi.
Harumframt kostaði básluttøkan og lýsingartilfar hjá Vágs Kommunu íalt 50.000 krónur.

Runavíkingar ótu fínt

Eisini Runavíkar Kommuna sendi tríggjar luttakarar avstað til Stavanger. Tað kostaði henni 117.000 krónur.
Skattgjaldarin rindaði góðar 11.000 krónur í flogferðum og góðar 31.000 krónur í gisting til Magnus Rasmussen, borgarstjóra, Arnfinn Langgaard, býráðslim og formann í vinnu- og havnanevndini, og Tórbjørn Jacobsen, havnarfúta.
Móttøkan kostaði runavíkingum smáar 20.000 krónur og básluttøkan 35.000 krónur.
Tey trý umboðini fyri Runavíkar Kommunu fingu ikki eins nógv í dagpengum og eitt nú tey trý umboðini hjá Vágs Kommunu. Runavíkingar fingu 2300 krónur í part. Harumframt fekk Arnfinn Langgaard góðar 6.000 krónur í fundarsamýning fyri lutttøku á oljumessuni.
Kommunan fekk endurgoldið tveir døgurðar. Tann fyrri var á matsovuni Mash í Kastrup Lufthavn. Á skránni vóru millum annað hummari og lambakotelettir. Tann rokningin var góðar 1400 krónur. Hin døgurðin var á La Plazza í Stavanger, tá borgarstjórin át saman við møguligum kundum.  Rokningin var 3.700 krónur.

Tórshavnar Kommuna nýtti hálva millión

Fjórða og størsta kommunan, Tórshavnar Kommuna, hevði nógv størstu útreiðslurnar á oljumessuni. 
Íalt 580.655 krónur. 
Gistingin kostaði góðar 163.000 krónur. Tjaldið kostaði 35.000 krónur.
Tórshavnar Kommuna hevði leigað og sent Westward Ho til Stavanger. Tað kostaði góðar 117.000 krónur.

Eisini var móttøka umborð. Hon kostaði 20.000 krónur. Lýsingartilfarið kostaði 28.000 krónur.

Hýruvognarnir høvdu góðar dagar
Kommunan hevði eisini leigað tónleikarar at koma við.

Teir kostaðu 65.500 krónur - umframt góðar 34.000 krónur í flogferðum - umframt 7800 krónur í ferðaútreiðslum og dagpengum..
Býráðslimirnir skuldu eisini hava dagpengar. Íalt góðar 5.200 krónur. Fundarpengar skuldu býráðslimirnir eisini hava. Íalt góðar 21.000 krónur.

Eisini embætisfólkini hjá Tórshavnar Kommunu skuldu hava dagpengar - íalt 4.748 krónur.
Hýruvognsførararnir  hava notið væl av at hava umboð fyri Tórshavnar Kommunu á vitjan í Stavanger í fýra dagar. Bara í hýruvognsútreiðslum rindaði Tórshavnar Kommunu góðar 11.500 krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Góðan morgun Føroyar
184498
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477