Stavanger-gistingar í stríð við almennar reglur

Stavanger-gistingar í stríð við almennar reglur
Helvtin av føroysku luttakarunum á oljumessuni í Stavanger gistu dýrari enn tað, ið Fíggjarmálaráðið hevur ásett
 
30.09.2014 - 11:03

Tað er dýrt at gista í Stavanger. Serliga tá oljumessa verður hildin í býnum.

Tað mugu tær fýra føroysku kommunurnar, sum luttóku á oljumessuni í summar, sanna.

Luttakararnir, sum ávíkast Tvøroyrar, Runavíkar og Vágs Kommuna sendu, kostaðu millum 2.200 og 2.900 krónur fyri náttina hvør.

Tórshavnar Kommuna gisti í bíligum íbúðum

Luttakararnir í fjórðu kommununi, Tórshavnar Kommunu, sluppu at gista nakað bíligari - ella partvíst.
Tí Tórshavnar Kommuna bílegði seks íbúðir í Stavanger til 16 fólk. Íbúðirnar kostaðu íalt góðar 83.800 krónur at leiga í fýra nætur.
Tað svarar til, at hvør luttakari gisti fyri 1310 krónur fyri náttina.

Býráðslimir og embætisfólk gistu dýrari

Hini sjey, sum búðu á gistingarhúsi, kostaðu kommununi nakað meir.

Borgarstjórin, kommunustjórin, eitt embætisfólk, stjórin í Visit Tórshavn, og teir tríggir limirnir í samstarvsnevndini fyri Stavanger-Tórshavn - Jógvan Arge, Jákup Dam og Tróndur Sigurðsson - gistu fyri íalt 79.845 krónur í fýra nætur. Tað svarar til 2850 krónur fyri náttina hvør.

Í stríð við ásetingarnar hjá Fíggjarmálaráðnum

Gistingarnar á oljustevnuni í Stavanger vóru ikki einans dýrar.
Tær eru eisini í stríð við tað, sum Fíggjarmálaráðið metir vera ein hóskiligur prísur, tá almenn tænastufólk gista í Noregi.
Sambært vegleiðingini, sum Fíggjarmálaráðið hevur dagført 1. januar í ár, kunnu almenn tænastufólk í mesta lagi gista fyri góðar 1450 krónur fyri náttina í Noregi. 
Tað merkir, at undantikið tey 16 frá Tórshavnar Kommunu, ið búðu í íbúðum - gistu hinir føroysku luttakararnir í Stavanger fyri millum 750 krónur og 1450 krónur meir enn hámarkið, sum Fíggjarmálaráðið hevur sett fyri hvørja nátt.

Lønardeildin umhugsar at herða reglurnar
Snorri Fjalsbak, stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, vil ikki gera samrøðu við Kringvarpið.
Hann sigur tó, at sum útgangsstøði skulu øll almenn tænastufólk, sum gista uttanlands, halda ásetingarnar hjá Fíggjarmálaráðnum.
Hann leggur tó afturat, at tað kemur fyri, at tey frætta, at fólk hava gist dýrari enn tað, ið er ásett.
Men, sambært stjóranum á lønardeildini, tykjast dýru gistingarnar at hava vundið upp á seg, og tí umhugsar Fíggjarmálaráðið at herða reglurnar.
Ein møguleiki er at krevja, at kommunur og almennir stovnar bíleggja gistingar í góðari tíð - og harvið tryggja bíligari prísir, sigur Snorri Fjallsbak.

Les eisini: - Bar ikki til at gista bíligari

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. desember
Morgunlestur leygardagur 28. desember 2024
185003
Fríggjadag 27. desember
TEMAPLÁTAN: 'The Montreaux Album', Smokie, 1978
185635
Fríggjadag 27. desember
Vikuskiftið 27 des 2024
185619
Fríggjadag 27. desember
Morgunlestur fríggjadagur 27. desember 2024
185002
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. desember
Transformatión
185627
Fríggjadag 27. desember
Hon leyp á leistum
167984
Fríggjadag 27. desember
Veðrið
185616
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652