Eldraøkið: Fíggingarleisturin lagdur fyri tingið

Eldraøkið: Fíggingarleisturin lagdur fyri tingið
Kommunurnar taka við eldraøkinum 1. januar
 
05.10.2014 - 11:29

Lógirnar, sum skulu tryggja kommununum fígging, tá tær taka við eldraøkinum á nýggjárinum, eru nú komnar á tingborð.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, skjýtur upp, at kommunurnar fáa inntøkurnar av pensjónskattinum, og at tær eina ferð um árið fáa goldið eina upphædd úr landskassanum, sum svarar til skattavirðið á ávísum frádráttum í DIS og FAS, fiskimannafrádráttinum og uttanlandsfrádráttinum. 

Fíggjarmálaráðið sigur, at fíggjarligu avleiðingarnar fyri kommunurnar vera ymiskar, tá tær taka við eldraøkinum. Flestu kommunur fáa eina upphædd, sum er størri enn kostnaðurin, men einstakar kommunur fáa eina minni upphædd, enn kostnaðurin væntandi verður. 

Tí fáa kommunurnar endurgjald fyri miss, sum tær hava havt av DIS, FAS, fiskimannafrádrátti og uttanlandsfrádrátti.

Tá ið ræður um eftirlønarskattin, fáa kommunur, har nógvir eldri borgarar eru, ein lutfalsliga størri part av upphæddini. Lagt verður eitt nú uppfyri, at Sandoyggin verður rikin sum eitt øki fyri seg.

Lógaruppskotini um, hvussu kommurnar skulu fíggja eldraøkið, fáa fyrstu viðgerð í tinginum fríggjadagin

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203