Met í ferðafólkatalinum á flogvøllinum

Met í ferðafólkatalinum á flogvøllinum
Bara í síðsta mánað vaks ferðafólkatalið góð 5 prosent í mun til september í fjør.
Vága Floghavn
Mynd: Vága Floghavn  
 
07.10.2014 - 10:24

Higartil í ár eru 200.314 ferðafólk komin og farin umvegis nýggju farstøðina.
Tað er góð 7 prosent meir enn somu tíð í fjør.

Bara í síðsta mánað vaks ferðafólkatalið góð 5 prosent í mun til september í fjør.

Ein orsøk er Barcelona-túrarnir, metir Vága Floghavn.

 - Tað, at Atlantic Airways í stóran mun hevur lækkað prísin og flýgur longri til eitt nú Barcelona, sær út til at hava havt eina jaliga ávirkan á eftirspurningin og ferðsluna, umframt at oljuvirksemi í summar hevur givið nakað av sær, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn.

Eisini hevur 2014 verið merkt av stórum vøkstri í talinum av øðrum flogførum, frá øðrum flogfeløgum. Hesi hava verið til nýtt sonevndar ad hoc leigutúrar av føroyskum og útlendskum veitarum - serliga til leigutúruar í samband við manningarskifti og annað.

 

Reglusemi á flogvøllinum setir eisini met ár eftir ár.

Higartil í ár er reglusemið á flogvøllinum 99,3 prosent. Hetta merkir, at 99,3 prosent av flogførunum eru komin og farin við einari seinking, ið er minni enn eitt korter. Til samanberingar var reglusemið í 2008 96,6 prosent.

Orsøkin til lutfalsligu fáu seinkingarnar og avlýsingarnar er, at flogbreytin er útbygd, nýggj innflúgvingartól og nýggjar ljósmastrar eru settar upp.
Eisini RNP-tøknin hjá Atlantic Airways hevur bøtt munandi um reglusemið, sigur Vága Floghavn í skrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763