Skjóta hvør eftir øðrum

Skjóta hvør eftir øðrum
NorðurKorea hevur í morgun eftir øllum at døma latið fleiri skot av móti SuðurKorea, sum hevur svarað aftur
Mynd: AP  
 
10.10.2014 - 17:25

Suðurkoreiska verjumálaráðið váttar eisini tíðindini, men tað er ógreitt, um nakar hevur latið lív av skotunum, upplýsur suðurkoreiska tíðindastovan, Yonhap.

Hildið verður, at orsøkin er eitt átak, har ein felagsskapur í Suðurkorea í dag sendi ballónir við faldarum tvørtum um markið og inn í Norðurkorea.

Hvar er Kim Jong-un?

Hetta hendir samstundis sum fólk og fjølmiðlar undrast á, hvar norðurkoreiski leiðarin, Kim Jong-un er. Einaræðisharrin hevur ikki verið at sæð síðani hann var til eina konsert í Pyong-yang triðja september.

Kim Jong-un var heldur ikki til staðar til hátíðarhaldið í dag í sambandi við at norðurkoresiki Arbeiðaraflokkurin fyri 69 árum síðani varð stovnaður.

Fjølmiðlar undrast

Kim Jong-un hevur luttikið í hesum hátíðarhaldi á hvørjum ári síðani hann tók við valdinum eftir pápa sín, Kim Jong-il, í 2011.

Fjølmiðlar í Norður- og Suðurkorea hava seinastu tíðina umrøtt vánaligu heilsuna hjá Kim Jong-un, eftir at sjónbandaupptøkur hava víst, at hann haltar og nýtir høkju, skrivar Reuters.

Ein uppteljing, sum amerikanska tíðindastovan, CNN, hevur gjørt vísir, at í juli var Kim Jong-un alment frammi 24 ferðir, í august 16 ferðir, men bara eina ferð í september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV