Allir ríkisborgarar sama rætt til barnastuðulin

Allir ríkisborgarar sama rætt til barnastuðulin
Danska stjórnin broytir umstrídda lógarherðing, so føroyingar og grønlendingar fáa sama rætt sum danir
Edmund Joensen, fólkatingsmaður, kannaði møguleikan at fara í rættin við danska skattamálaráðharranum.
 
13.10.2014 - 07:33

Føroyingar og grønlendingar, sum av órøttum komu undir herdu reglurnar um millum annað barnastuðul í Danmark, fáa nú sínar pengar.

Danska stjórnin mælir fólkatinginum til at broyta reglurnar, so føroyingar og grønlendingar, sum flyta til Danmarkar, kortini fáa tær almannaveitingar, sum herdu reglurnar umfata.

Fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum, Edmund Joensen, og fólkatingskvinnan hjá Inuit Ataqatigiit, Sara Olsvig, hava strongt á skattamálaráðharran fyri at fáa hann at broyta reglurnar, so føroyingar og grønlendingar ikki missa síni rættindi í Danmark.

Lógarbroytingin, sum er á veg, fer at kosta statskassanum sjey milliónir krónur. Lógarbroytingin verður afturvirkandi til 2012.

Broytingin er tann, at bústaður í Føroyum ella Grønlandi gevur sama rætt sum bústaður í Danmark til barnastuðul.     

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. juli
Lívia Mattos í løtuni á G!
194633
Hósdag 17. juli
3-2
194624
Hósdag 17. juli
Benjamin Rajani & Jónas Gaard á G!
194619
Mikudag 16. juli
3-2
194579
Mikudag 16. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194550