Dømdur fyri hóttanir

Dømdur fyri hóttanir
Ein maður hevur fingið fýra mánaða fongsulsrevsing í Føroya rætti fyri millum annað at hava hótt við at skjóta mannin, sum hann leigaði frá
Fýra mánaða fongsulsrevsing. Tað fekk ein maður fyri hóttanir, har maðurin millum annað hótti við at skjóta mannin, hann leigaði frá

13.10.2014 - 15:51

Maðurin vildi hava sítt depositum aftur og eina frystikistu. Maðurin kom við hóttanini, tá hann tosaði við ein sosialráðgeva hjá Almannaverkinum tann 3. september. Maðurin segði, at hann fór at skjóta mannin, hann leigaði frá, sum skuldi fáa eina kúlu fyri pannuna og 120 høgl í seg.

SÍ EISINI Handtikin fyri hóttanir

Almannaverkið meldaði mannin, sum hevur verið varðhaldsfongslaður síðani 3. september. Maðurin noktaði seg sekan. Harafturat er maðurin dømdur fyri at hava hótt eina kvinnu við at sláa hana.

Maðurin var eisini ákærdur fyri frælsistøku, tí hann skuldi hava hildið kvinnuni aftur í sjey tímar á kamari sínum og nokta henni at fara haðani. Men hann er frídømdur fyri hesa ákæruna. Rætturin tók við í sína meting, at maðurin seks ferðir áður er dømdur fyri hóttanir og átta ferðir fyri harðskap.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025