Rúgvismikið at kanna veddingarsvik

Rúgvismikið at kanna veddingarsvik
Kanningarnar í sambandi við veddingarsvikið í SMS eru nú komnar so væl áleiðis, at arbeitt verður við dokumentatión, men kortini er langt á mál
Enn er langt eftir á mál í málinum um svik í Miklagarði í SMS, tí kanningarnar eru drúgvar, sigur leiðarin á kriminaldeildini hjá løgregluni
 
17.10.2014 - 12:58

Jón Klein Olsen, leiðari á kriminaldeildini í Havn, sigur, at nú arbeiðir umsitingin í SMS og í Dansk Tipstjeneste við at finna út av, hvussu langt aftur farast skal fyri at kunna staðfesta, nær svikið byrjaði. Og síðani skal alt dokumenterast, og tað er rúgvismikið tilfar at fara ígjøgnum.

Tað var í spetember, at ein 33 ára gamal maður varð skuldsettur fyri umfatandi svik í Miklagarði í SMS í Havn. Sambært Jón Klein Olsen, er talan um ein 33 ára gamlan mann, sum hevur svikað fyri umleið eina millión krónur. Málið varð meldað til løgregluna 11. august.

Hvussu svikið er farið fram, vil Jón Klein Olsen ikki nágreina - men hann váttar, at talan er um svik við veddingarseðlum. tá løgreglan hevur fingið neyðugu prógvini og dokumentatiónina til vega. Málið skal í næstum latast ákæruvaldinum. Men kanningarnar fara at taka drúgva tíð, sigur Jón Klein Olsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938