Handverksvinnan: eingin semingsroynd fráboðað enn

Handverksvinnan: eingin semingsroynd fráboðað enn
Semingsmenninir tosa fyrst við partarnar fyri at vita, hvat teir vænta sær av samráðingunum
Friður er á arbeiðsplássunum hjá handverkarum, hóast sáttmálarnir eru farnir úr gildi. Bíðað verður eftir semingsroyndini hjá Semingsstovninum.
 
20.10.2014 - 10:02

Semingsstovnurin kannar framvegis sjónarmiðini hjá handverksmeistarum og handverkarum í sáttmálasamráðingunum.

Partarnir ásannaðu seinasta týsmorgun, at samráðingarnar, sum byrjaðu 17.september, bóru ikki á mál og sendu tí boð eftir Semingsstovninum.

Fýra feløg eru við í samráðingunum, Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna.

Sáttmálar úr gildi 

Sáttmálarnir vóru galdandi til 1.oktober, men teir eru longdir. Boðað er ikki frá verkfalli ella verkbanni, so fyribils verður arbeitt eftir gomlu sáttmálunum.

Semingsmenn eru Terje Sigurðsson og Símun Absalonsen. Terje Sigurðsson sigur í morgun, at enn hava teir ikki avgjørt, nær sjálv semingsroyndin byrjar.

Fyrst tosa teir við partarnar hvør í sínum lagi fyri at vita, hvat feløgini vænta sær av samráðingunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655