Granni: Vit eru syndabukkar

Granni: Vit eru syndabukkar
Á Íslandsvegnum kenna tey seg misnýtt í málinum um búðtilboðið til sjálarsjúk. - Vit hava ikki savna undirskriftir, sigur granni
Mynd: Savnsmynd  
 
22.10.2014 - 10:05

Tað var í sendingini Røddini fríggjakvøldið, at ein ung sálarsjúk genta greiddi frá, at tað var komið dátt við, at hon brádliga ikki fekk eitt bútilboð frá Almannaverkinum, sum henni var lovað. Gentan hevði glett seg sera nógv og hevði hugt eftir møblum, tá alt knappliga kortini varð av ongum.

 

Á middegi í útvarpinum í gjár greiddi mamman frá, at frágreiðingin, sum tey høvdu fingið frá Almannaverkinum var, at grannar høvdu klagað. Útvarpið vendi sær síðani til Almannaverkið, har eitt umboð frá leiðsluni váttaði, at talan var um klagur frá grannunum - ja, talan var um eina undirskriftsinnsamling, varð sagt. Almannaverkið skuldi leiga húsini frá Bústøðum, men ætlanin datt á gólvið.

 

Í einum referati frá fundi millum Almannaverkið og Bústaðir 1. oktober stendur, at "Bústaðir hava fingið klagu úr grannalagnum í mun til samansetingina av fólki. Bústaðir ber ótta fyri, at umdømið hjá Bústøðum verður skatt".

 

Hesi tíðindini skaka grannar á Íslandsvegnum í Havn. Ein granni, sum ikki vil verða nevndur, sigur, at hvørki hann ella onnur, hann hevur tosað við, kenna nakað til klagur ella undirskriftsinnsavnan. Hann er harmur og argur um, at grannalagið verður brúkt sum syndabukkur í hesum málinum, og at tey verða løgd undir ikki at vilja hava sálarsjúk fólk í grannalagnum.

- Hetta passar snøgt sagt ikki, sigur hann.

 

Meira um málið á middegi

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576