Tríggir skúladagar býtast millum tvær bygdir

Tríggir skúladagar býtast millum tvær bygdir
Skúlastjóri í Klaksvík biðin um at gera, hvussu tríggir skúladagar um vikuna í Kalsoynni skulu býtast millum tvær bygdir
Tvey skúlabørn eru í teimum báðum norðastu bygdunum í Kalsoynni, eitt í hvørjari bygd.
 
29.10.2014 - 13:11

Skúlastjórin í skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík skal gera av, hvar tey bæði skúlabørnini í norðaru helvt av Kalsoynni skulu ganga í skúla tríggjar dagar um vikuna, í Mikladali ella á Trøllnesi.

Tað avgjørdi býráðið í Klaksvík í síðstu viku.

Mikladalur og Trøllanes eru í Klaksvíkar kommunu, og børnini har ganga í skúla í Klaksvík tveir dagar um vikuna.

Tvey skúlabørn

Býráðið í Klaksvík viðgjørdi fólkaskúlan í norðari helvt av Kalsoynni, tí fyrst var ein næmingur har hetta skúlaárið, og hann er á Trøllanesi, men skúlin er í Mikladali.

Spurningurin var tí, um næmingurin skuldi ganga í skúla í heimbygdini, Trøllanesi, teir tríggjar dagarnar um vikuna. 

Men áðrenn býráðið var liðugt við málið, fekk býráðið at vita, at nú er eisini eitt skúlabarn í Mikladali. Og ein lærari er til báðar bygdirnar.

Endin gjørdist, at býráðið samtykti broytingaruppskot hjá Jóhann Lützen, sum sigur, at skúlaleiðslan, skúlastjórin á Ziskatrøð, skipar undirvísingina í Kalsoynni eftir tørvi fyri verandi skúlaár, og at býráðið tryggjar karmarnar hjá skúlunum har.

Trøllanes aftur skúla

Tað merkir, at skúlastovan í Trøllanesi skal uppstigast millum annað við interneti og samvirkandi talvu .

Samtyktin hjá býráðnum er fyribils loysn fyri verandi skúlaár. Hon tekur ikki aftur avgerðina um, at skúlin á Trøllanesi er niðurlagdur.  

Børnini í Mikladali og á Trøllanesi fara til Klaksvíkar í skúla, tá tey fara í sjeynda flokk.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098