- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður letur Johan Dahl verða sitandi
Løgmaður sigur seg framvegis hava álit á Johan Dahl, og Kaj Leo Holm Johannesen heldur ikki, at málið um peninganýtsluna á Strandferðsluni skal hava avleiðingar fyri sessin hjá landsstýrismanninum.
Tað sigur løgmaður í einum tíðindaskrivi í kvøld. Sagt verður eisini, at Johan Dahl hevur latið løgmanni eina frágreiðing um málið.
- Játtanir hjá landinum skulu haldast, sigur løgmaður og viðgongur, at málið helst kundi verið handfarið betur.
- Men eftir mínum tykki kann landsstýrismaðurin ikki lastast í tann mun, at hann eigur at verða koyrdur frá, sigur løgmaður.
Eg haldi ikki, at landsstýrismaðurin hevði stórvegis aðrar møguleikar at handla nógv øðrvísi, sum støðan var á Strandferðsluni í fjør, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Í tíðindaskrivinum verður eisini sagt, at løgmaður hevur biðið Johan Dahl, landsstýrismann, bera so í bandi, at slík meirnýtsla ikki kemur fyri aftur.
Uppskot um misálit er sannlíkt
Nú løgmaður hevur tikið avgerð um, at landsstýrismaðurin í vinnumálum skal vera sitandi, fer andstøðan væntandi at leggja fram uppskot um misálit á Johan Dahl.
Løgtingsfundur verður týsdagin kl. 11, og um uppskotið verður lagt fram tá, steðgar viðgerðin av teimum málum, ið standa á dagsskránni