Brandur Enni í Vangamyndini

Brandur Enni í Vangamyndini
Samstundis, sum nýggj fløga er komin út, er Brandur farin í holt við onnur áhugamál
Mynd: Savnsmynd  
 
07.11.2014 - 15:58

Á fløguni "Funerals & celebrations" hjá Brandi, sum kom út mikudagin, er bæði elektropoppur og akustiskur tónleikur, hvør sín stílur má sigast, og eydnast tað at fáa eina rættiliga vælskapaða heild burtur úr teimum sjey løgunum, sum eru á fløguni.

Brandur Enni hevur búð í Svøríki í fleiri ár, har hann hevur havt fløgusáttmála og livað sum yrkistónleikari. Men tvey tey seinastu árini hevur hann gingið á Miðnámsskúlanum í Hovi og tók studentsprógv í summar. Nú býr Brandur so aftur í Stockholm, har hann er farin undir hægri lestur.

Men hvat skulu vit leggja í hetta skiftið frá yrkistónleikara til universitetslesandi? Tað fer Bogi Godtfred m.a. at spyrja Brand Enni í Vangamyndini í Degi og Viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373