Bjørn setur hakan í at útbyggja Kringvarpið

Bjørn setur hakan í at útbyggja Kringvarpið
Útbyggingin verður væntandi liðug í august næsta ár
 
10.11.2014 - 09:54

Nú klokkan 11 fer landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, at seta hakan í og loysa fyrsta flagið til at byggja út Kringvarpshúsini.

Landsstýrismaðurin setur hakan í norðanfyri, har ein bygningur, sum skal hýsa redigeringshølum og tøkni, verður bygdur upp í verandi hús.

Eftir ætlan fer fyrsta byggistigið at kosta 8,4 milliónir krónur. Byggifelagið ÁTS hevði lægsta boðið, tá Landsverk í vár bjóðaði út arbeiðið. 

Útbyggingin norðanfyri verður væntandi liðug í august næsta ár.

Enn er ikki ásett, nær farið verður at gera umsitingarhølini og nýggju forhøllina sunnanfyri. Tilboðini fyri framleiðsluhølini, umsitingarhølini og forhøllina vóru áleið fimm milliónir krónur hægri enn tað, Landsverk metti upprunaliga.

Síðani er skarvað av ætlanini, so hon verður mett at verða tvær milliónir bíligari. Enn er ikki greitt, um fígging fæst til henda partin av útbyggingarætlanini. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375