Oljuprísurin kann lækka enn meiri

Oljuprísurin kann lækka enn meiri
Prísurin er farin niður um 80 dollarar fyri tunnuna, men semjast OPEC-londini ikki, kann hann lækka uppaftur meira
 
13.11.2014 - 15:35

Oljuprísurin fór niður um 80 dollarar fyri tunnuna í gjár, og so lágur hevur prísurin ikki verið síðani í 2010.

Nú verður bíðað í spenningi eftir, hvat úrslitið av fundinum millum OPEC-londini verður. Hesin fundurin verður seinast í november.

12 tey størstu oljulondini í heiminum eru limir í OPEC, og tey kunnu steðga lækkingini í oljuprísinum, um tey semjast um at minka søluna.

Roknað varð annars við, at OPEC-londini fóru at minka oljusøluna, men tað er ikki hent enn, og tí verður fundurin 27. november avgerandi fyri prísin.

Eingin broyting í Saudiarabia

Eitt av stóru oljulondunum er Saudiarabia. Oljuráðharrin í landinum, Ali al-Naimi sigur, at oljupolitikkurin  er ikki broyttur seinastu 10 árini, og hann verður ikki broyttur.

Eygleiðarar vilja vera við, at um OPEC-londini ikki semjast um at minka um oljusøluna, so fer oluprísurin at lækka uppaftur meir.

Nógva skifer-oljan, sum serliga USA hevur lagt seg eftir at fáa upp, er størsta orsøkin til at oljuprísurin lækkar, siga eygleiðarar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Sunnudag 23. august
Guðstænasta í Christianskirjuni
212151
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985