Vilja bøta um orðaskiftið á tingi

Vilja bøta um orðaskiftið á tingi
Andstøðuflokkarnir skjóta nú upp at gera broyting í tingskipanini fyri at bøta um orðaskiftið og forða fyri, at viðgerðir so ofta fara av sporinum
 
15.11.2014 - 13:26

Poul Michelsen, Aksel V. Johannesen, Kristianna Winther Poulsen og Høgni Hoydal skjóta upp, at uppskotssetari kann fáa orðið í fimm minuttir, áðrenn framsøgufólkini fáa tað.

Í viðmerkingunum sigur andstøðan, at skrivaði teksturin í einum løgtingsuppskoti er minni enn so altíð somikið greiður, at hann einsamallur er nøktandi grundarlag undir sakligari viðgerð og støðutakan.

Hetta kann elva til nógvar misskiljingar undir eini viðgerð av einum máli, og at viðgerðin tí fer av
sporinum, siga tey. 

Andstøðuflokkarnir halda, at hetta serliga ger seg galdandi, tá løgmaður ella landsstýrisfólk leggja uppskot fyri tingið, tí tey fáa ikki orðið, fyrr enn framsøgufólkini hava havt tað. Tað ber til at bøta um hetta, um uppskotssetarin sleppur at lýsa málið nágreiniligari tíðliga í viðgerðini og helst, áðrenn framsøgufólkini fáa orðið, siga altso Poul Michelsen, Aksel V. Johannesen, Høgni Hoydal og Kristianna Winther Poulsen.

Fyrsta viðgerð av uppskotinum um at broyta tingskipanina verður nú týsdagin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290