- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dan Knudsen heldur fram sum ríkisumboðsmaður
Dan Knudsen heldur fram sum ríkisumboðsmaður
52 ára gamli Dan Knudsen hevur verið ríkisumboðsmaður síðani 2008
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/463138856a0ab742595cfe5794da1a9a.png?itok=IVVZFxhc)
26.11.2014 - 07:54
Dan Knudsen heldur fram sum ríkisumboðsmaður í Føroyum eftir nýggjár.
Forsætismálaráðið kunngjørdi í gjár, at stjórnin hevur tilnevnt Dan Knudsen at halda fram sum ríkisumboðsmaður. Hann hevur verið ríkisumboðsmaður síðani 2008.
Dan Michael Knudsen er 52 ára gamal. Hann gjørdist kandidatur í samfelagsvísindum á Syddansk Universitet í Odense í 1997 og hevur arbeitt í Føroyum øll árini síðani.
Frá 1997 til 2000 var hann fultrúi í Fíggjarmálastýrinum, frá 2000 til 2005 var hann fíggjarfulltrúi á Ríkisumboðnum og frá 2005 til 2007 ráðgevi á Ríkisumboðnum, til hann gjørdist ríkisumboðsmaður í Føroyum í 2008.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV