Kommunuskúlin og Venjingarskúlin í søguna

Kommunuskúlin og Venjingarskúlin í søguna
Á nýggjárinum fer Tórshavnar Kommunuskúli, sum vit kenna hann, í søguna. Skúlin skal leggjast saman við Venjingarskúlanum.
 
06.12.2014 - 10:01

Í hesum sambandi verður eitt serligt tiltak í auluni í kommunuskúlanum hósdagin 11. desember, har m.a. myndarøðir og filmskut verða sýnd frá hesum seinastu 58 árunum, ið skúlin hevur virkað. Tiltakið byrjar klokkan 9 og endar klokkan 16, og har verða røður, framførslur, sangur, tónleikur og kvæði. M.a. fer eitt lærarakór at framføra Fedranna Talu, sum er kantatan, sum Hans Jacob Højgaard og Heðin Brú gjørdu til vígsluna av kommunuskúlanum. Matian Kapnas fer at spæla klaver og Knút Olsen verður kórleiðari.
Tórshavnar Kommunuskúli varð vígdur 2. september 1956. Hann var tann fyrsti av teimum stóru skúlunum, sum vórðu bygdir í Føroyum, og er eisini ein av kendastu bygningunum í Havn. Heilt serlig eru listaverkini í skúlahøllini og eisini eystanfyri á skúlanum, har Janus Kamban hevur gjørt stóra høggmynd av gomlum manni, sum situr undir børnum og greiðir frá. Í auluni er listevnið Sjúrðarkvæðini - stóri málningurin er av Sjúrði í bardaga við Ormin, og á brótunum hanga myndir úr sama kvæði. William Heinesen málaði myndirnar í auluni, sum altso verður karmur um hátíðarhald hósdagin, nú Tórshavnar Kommunuskúli fer í søguna.
Hetta skúlaárið ganga 412 næmingar í kommunuskúlanum í Havn, býttir í 20 flokkar.
Á Venjingarskúlanum verður somuleiðis hátíaðrhald, og tað verður mikludagin 17. desember.
Fyrrapartin eru allir næmingar, ið byrjaðu í 1. flokki í skúlanum í 1968 bodnir til ein drekkamunn saman við verandi 1. flokkunum í Ytra skúla við Landavegin. Tað er tann skúlin, sum eisini varð kallaður Guli skúli og fyrr Hvíti skúli - áðrenn hann bleiv gulur fyri eini 40 árum síðani. 
Seinnapartin verður opið hús á Venjingarskúlanum, har tey bjóða fyrrverandi lærarum, næmingum og øðrum áhugaðum til ein spennan og áhugaverdan seinnapart. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444