- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mæla til at strika 26 mió. kr. í blokkstuðlinum

Tjóðveldi og Framsókn mæla til, at tær 26,3 milliónir kr., sum ríkisveitingin er hækkað í hesum valskeiðnum, verða strikaðar.
Í álitinum til fíggjarlóg siga Tjóðveldi og Framsókn, at flokkarnir hava sum mál at gera Føroyar til sjálvstøðugt land, og ein liður í hesum er at gera føroyska búskapin og samfelagið óheft av studningi úr útlondum.
Síðani henda samgongan tók við, er heildarveitingin úr ríkiskassanum prístalsviðgjørd við tilsamans 26,3 milliónum, og næsta ár verður hon 642 milliónir kr..
Verður henda upphæddin strikað, verður hallið á fíggjarlógini á fíggjarlógini, sambært uppskotinum hjá Tjóðveldi og Framsókn, 120,7 milliónir kr.
Fíggjarlógin er til aðru viðgerð í tinginum í dag.

























