Eldur í einum sethúsum í Eysturbýnum í Havn

Eldur í einum sethúsum í Eysturbýnum í Havn
Fólk, sum gingu framvið húsinum sóu eldin og boðaðu løgregluni frá
Eldur í einum sethúsum í Eystubýnum í Havn í gjár
Mynd: Sveinur Thomassen  
 
22.12.2014 - 10:19

Orsøkin til eldin var eitt stearinljós, sum stóð í vindeygakarminum og hevði fest eld í.

Fólk, sum gingu framvið húsinum sóu eldin og boðaðu løgregluni frá. Tórshavnar sløkkilið kom á staðið og sløkti eldin. Av tí at skjótt var borið at, var skaðin lítil. Eingin var inni í húsinum.

Vakthavandi hjá sløkkiliðnum, Jákup Mortensen, sigur, at tað var heppi, at fólk sóu eldin so skjótt, so at eldurin ikki breiddi seg og skaðin ikki gjørdist størri. 

Vakthavandi minnir fólk á ikki at gloyma at minnast til at hava vakið eygað við stearinljósum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655