- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður fegnast um búskaparliga framburðin

Løgmaður var bjartskygdur um støðu Føroya, nú farið verður inn í eitt nýtt ár.
Fólkatalið er vaksið, arbeiðsloysið er lágt og bruttotjóðarúrtøkan veksur, segði Kaj Leo Holm Johannesen.
Fleiri arbeiða í privata vinnulívinum, samlaðu lønargjaldingarnar og skattainntøkurnar vaksa, og útflutningurin er stórur. Føroyingar hava tíbetur arbeitt seg burtur úr búskaparkreppuni, sum framvegis tyngir londini uttan um okkum, segði løgmaður.
Í 2014 eru 600 fleiri fólk enn í 2013, og tað segði løgmaður seg fegnast um.
Vit síggja, at fleiri lesa í Føroyum, og tað er gleðiligt, tí eitt vælútbúgvið, arbeiðssamt og framskygt fólk er lykilin til framgongd, segði løgmaður í nýggjársrøðuni.

























