G! 2026: Jóhannes Steingrund hevur tryggjað ljóðið øll árini

G! 2026: Jóhannes Steingrund hevur tryggjað ljóðið øll árini
„Hæddarpunktið var helst, tá Europe spældi í 2005. Tað var øgiliga stórt,“ sigur Jóhannes Steingrund, sum hevur verið ljóðteknikari á G! síðan G! byrjaði.
Spæliplássið, av pallunum, sum Steingrund Akustik ger ljóð til
 
18.07.2026 - 17:56

Jóhannes Steingrund hevur verið partur av tekniska toyminum á G! øll árini.

Hann er í dag eigari og stjóri í fyritøkuni Steingrund Akustik, sum saman við einum stórum tekniskum toymi syrgir fyri, at tónleikurin á festivalinum ljóðar, sum hann skal.


Jóhannes Steingrund, eigari og stjóri, Steingrund Akustik

 

Í ár telur tekniska toymið eini 30 fólk. Tey eru býtt út á teir tríggjar pallarnar, sum eru á sandinum, á spæliplássinum og í fjósinum. Harumframt tekur tekniskatoymið sær av smærri tekniskum uppgávum, eitt nú diskotekið sum var á tjaldingarøkinum mikukvøldið.

 

Europe var hæddarpunktið

Nógvir tónleikarar og bólkar hava staðið á pallinum á G! gjøgnum árini. Men serliga ein framførsla stendur eftir í minninum hjá Jóhannesi.

– Hæddarpunktið var helst, tá Europe spældi í 2005. Tá miksaði eg monitorljóðið hjá teimum, og tað var øgiliga stórt, sigur hann.

Monitorljóðið er tað ljóðið, sum tónleikararnir sjálvir hoyra á pallinum. Tað er avgerandi fyri, at teir hoyra bæði seg sjálvar og hinar tónleikararnar, meðan teir spæla.

 

Brimið gjørdi pallin óbrúkiligan

Tað eru tó ikki bara góðu tónleikaligu upplivingarnar, sum Jóhannes minnist aftur á.

Ein av størstu avbjóðingunum var í 2010, tá brimið gjørdi, at pallurin á sandinum gjørdist skeivur og ikki kundi brúkast.

 

– Vit máttu finna eina skjóta loysn og seta ein nýggjan pall upp á asfaltinum. Spæliplássið gjørdist knappliga størsti pallurin, sigur Jóhannes.

Broytingin hevði við sær, at bæði útgerð og tónleikarar máttu flytast millum pallarnar við sera stuttum skotbrái.

– Orkestrini máttu flytast av sandinum niðan á spæliplássið og av spæliplássinum oman á hin pallin. Tað var eitt øgiligt roks, sigur hann.

 

Hóast nógv er broytt, síðan G! fyrstu ferð varð hildið, er uppgávan hjá Jóhannesi og tekniska toyminum framvegis tann sama: 
At tryggja, at bæði tónleikarar og festivalgestir fáa eina góða ljóðuppliving.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572