Vørn fingið trupulleika við makrelloyvunum

Vørn fingið trupulleika við makrelloyvunum
Lutakast er ein møguleiki. Men um lutakast verður brúkt, er ikki avgjørt enn, segði Hannus Petersen, løgfrøðingur, við Útvarpið nýggjársaftan
Vørn fingiði trupulleikar við makrelloyvunum
Mynd: savnsmynd  
 
02.01.2015 - 08:49

Vørn hevur fingið ein trupulleika frá Fiskimálaráðnum. 

14 loyvi eru at fiska makrel í ES sjógvi í ár, men yvir 30 umsóknir eru komnar. Og allar kunnu ikki fáa játtandi svar.    

Nýggjársaftan segði Johan Simonsen, deildarleiðari á Vørn, við Útvarpið, at ein møguleiki er at brúka lutakast, tá loyvini skulu skrivast. 

Eingin beinleiðis orðað heimild er, hvørki í lóg ella í kunngerð, at brúka lutakast í sambandi við makrelloyvi.

Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, sigur, at málið um makrelin í ES sjógvi er liðugt avgreitt frá ráðnum, tí kunngerðin er lýst. 

Ráðið væntar sjálvandi, at fyrisitingin, tað er Vørn, heldur seg innan fyri tær heimildir, sum eru, sigur Rógvi Reinert. 

Rógvi Reinert vil tó ikki her og nú taka støðu til, um Fiskimálaráðið heldur, at heimild er at brúka lutakast, tá makrelloyvini í ES sjógvi skulu latast.

Vørn hevur boðað frá, at makrelloyvini verða latin í aðru viku í januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572