Løgtingsvallógin dagførast

Løgtingsvallógin dagførast
Ein broyting er, at nú skulu minst 100 veljarar vera á einum valstaði og ikki tíggju sum í galdandi lóg
 
05.01.2015 - 08:38

Arbeiðsgevarar eiga ikki at kunna forða fólki í at fara á val.

Í uppskotinum um nýggja løgtingsvallóg stendur, at eingin má av arbeiðsgevara vera so mikið bundin, at hann ikki fær høvi til at velja.

Lógarmál í kallkyni

Lógarmálið er bæði knortlut og framvegis í kallkyni.

Almannahugsan er ikki nóg neyv grundgeving longur at avgera, hvør kann stilla upp til løgtingsval.

Sambært galdandi lóg, kunnu øll, sum hava valrætt, stilla upp til løgtingsval. 

Uttan so, at hann - lógir eru ofta í kallkyni - er revsaður fyri gerð, sum hevur við sær, at hann eftir almannahugsan ikki er verðigur at sita á tingi.  

Valevni kunnu verða dømd

Í broytingaruppskotinum er komið afturat, at tann, ið dømdur er fyri revsiverda gerð, verður ikki óverðigur til tingsess, uttan so at hann fær fongsulsdóm í fýra mánaðir ella longri ella trygdarvarðhaldsdóm.  

Heldur ikki er hann óverðigur, tá ið fimm ár eru liðin frá tí, at revsingin er avsitin, fyrnd, ella eftirgivin ella frá endaligari leyslating úr trygdarvarðhaldi. 

Reglurnar viðvíkjandi brævatkvøðum verða rúmligari í nýggju lógini. Millum annað telja brævatkvøður við, hóast valstýrið fær tær, eftir at valið er byrjað, men áðrenn valið er liðugt. 

Veljarar á útoyggj, har einki valstað er, kunnu velja við brævatkvøðu í oynni.

Og veljarar sleppa sjálvir at velja annað hjálparfólkið, sum skal vera hjástatt, tá veljarar ikki sjálvir eru førir fyri at greiða brævatkvøðu.

Fleiri veljarar á valstøðunum

Ein onnur broyting er, at nú skulu minst 100 veljarar vera á einum valstaði og ikki bara tíggju sum í galdandi lóg. 

Og millum 25 og 43 valevni skulu vera á hvørjum lista til løgtingsval.

Bæði løgtingsvallógin og kommunuvallógin skulu dagførast, og Almannamálaráðið hevur sent broytingaruppskotini til hoyringar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793