- Tíðindi, mentan og ítróttur
Støðan nógv versnað

Bretski sjúkrarøktarfrøðingurin, Pauline Cafferkey, hevur fingið staðfest ebola í december mánað eftir at hava arbeitt sjálvboðið við smittaðum børnum í Sierra Leone.
Støða hennara er nógv versnað seinastu dagarnar, verður nú sagt frá sjúkrahúsinum "The Royal Free hospital". Tað skrivar BBC News UK.
Sjúkrarøktarfrøðingurin fleyg heim við vanligum ferðafólkaflogfarið tann 28. december, hóast at hon longu kendi seg eitt sindur sjúka. Men eftir at hava kannað hana fyri sjúkueyðkenni fleiri ferðir, uttan at finna tekin um fepur, fekk hon kortini loyvi til at flúgva til Skotlands.
Ferðin hjá Pauline Cafferkey gekk gjøgnum Casablanca, Marokko og Heathrow floghavn. Bretsku myndugleikarnir hava tosað við tey 71 ferðafólkini, sum vóru umborð á flogfarinum frá Heatrhow floghavn til Glasgov, skrivar BBC News UK.
Aðru ferð ein breti verður smittaður
Hetta er aðru ferð, at ein bretskur sjúkrarøktarfrøðingur verður smittaður við ebola. Í september fekk sjúkrarøktarfrøðingurin, William Pooley, staðfest smittuna. Hann var somuleiðis viðgjørdur á "the Royal Free Hospital", og hann varð frískur aftur.
Pauline Cafferkey, hevur millum annað fingið blóð frá William Pooley, í vón um at basa sjúkuni, men hennara støða er sera vánalig.
Talið av deyðum orsaka av ebola sóttini nærkast nú 8.000, og meira enn 20.000 eru smittaði í Guinea, Sierra Leone og Liberia.




























