Samráðingar tiknar uppaftur

Samráðingar tiknar uppaftur
Í dag samráðast Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið aftur um limirnar hjá Starvsmannafelagnum, ið arbeiða hjá Posta og Føroya Tele
Klokkan hálvgum tvey í dag fóru Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið aftur at samráðast um limirnar hjá Starvsmannafelagnum, sum arbeiða hjá Posta og Føroya Tele
Mynd: Tilvildarlig savnsmynd  
 
08.01.2015 - 13:38

Partarnir handaðu hvørjum øðrum sáttmálakrøvini síðst í november, og nakrir fundir vóru fyri jól. Miðað varð eftir at fáa samráðingarnar lidnar fyri jól, men tað eydnaðist ikki. Báðir sáttmálarnir vóru galdandi til 1. januar, men arbeitt verður eftir teimum, so leingi samráðingar eru.

Føroya Tele og Posta eru at meta sum privat arbeiðspláss, og í teimum sáttmálum, sum Vinnuhúsið gjørdi við fakfeløg á privata arbeiðsmarknaðinum í fjør, var lønarhækkingin 1,98 prosent fyrra árið og 2,25 prosent seinna árið.

Og tað er karmurin hjá Arbeiðsgevarafelagnum í samráðingunum nú. Starvsmannafelagið upplýsir ikki, hvussu nógv, tað krevur í lønarhækking. Samráðingarnar vórðu tiknar uppaftur klokkan hálvgum tvey í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210