Fiskimálaráðið broytt kunngerð

Fiskimálaráðið broytt kunngerð
Fiskimálaráðið hevur broytt kunngerðina, sum Vørn metti seg ikki kunna umsita uttan við lutakasti
Nú eigur at bera til hjá Vørn at býta út loyvini at fiska makrel í ES-sjógvi. Fiskimálaráðið hevur broytt kunngerðina, sum Vørn metti seg ikki kunna umsita uttan við lutakasti
 
12.01.2015 - 09:52

Skip, sum frysta makrelin, og skip, sum hava RSW-tangar, - tað vil siga tangar við køldum sjógvi, hava fyrsta rætt til at fiska makrel í ES-sjógvi. RSW-tangar koma fram um aðrar køliskipanir. Og harafturat verða skipini raðfest eftir stødd.

Nú eigur at bera til hjá Vørn at býta út loyvini at fiska makrel í ES-sjógvi. Fiskimálaráðið hevur broytt kunngerðina, sum Vørn metti seg ikki kunna umsita uttan við lutakasti.

Fiskimálaráðið sigur, at nú er kunngerðin so neyvt orðað, at Vørn uttan trupulleikar kann avgera, hvørji skip, onnur enn nótaskipini, sleppa í ES-sjógv. Talan er framvegis um felagskvotu, men nú er hámarkið fyri hvørt skipið farið niður í helvt.

Vørn kundi ikki taka dagar millum loyvir

Hámarkið var 1737 tons í gomlu kunngerðini, sum kom beint fyri jól í fjør. Í nýggju kunngerðini, sum kom í gildi leygardagin, kann hvørt skip fiska í mesta lagi 868,5 tons. Vørn fekk knappliga 40 umsóknir til átta loyvi at fiska makrel í ES-sjógvi.

Soleiðis sum kunngerðin var orðað, metti Vørn seg ikki kunna taka dagar millum, hvør skuldi fáa loyvi og hvør ikki. Vørn avgjørdi tí at kasta lut um loyvini. Men tað góðtók Fiskimálaráðið ikki, og lutakastið, sum skuldi vera týsdagin í farnu viku, varð avblást.

Fiskimálaráðið lovaði at broyta kunngerðina, so eingin ivi er um, hvør eigur fyrsta rætt til makrelin, sum Føroyar eiga í ES-sjógvi. Broytingin varð lýst fríggjadagin og kom í gildi leygardagin.

Kunngerðin er eisini galdandi fyri fiskiskap í norskum sjógvi. Og sambært Teyggjuni vórðu loyvi at fiska makrel skrivað longu fríggjadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. juli
HM-finalan nærkast
211115
Sunnudag 19. juli
HM-tíðindi 19. juli 2026
211109
Sunnudag 19. juli
Tónleikur í 13 øldir (3:10)
210347
Sunnudag 19. juli
Søgan um Johnny Cash 3. partur
210681
Sunnudag 19. juli
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
211106
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096