Norröna seinkað av ringum veðri

Norröna seinkað av ringum veðri
Norröna, sum er á veg úr Hirtshals, verður á Havnini klokkan 23 í kvøld. Eftir ferðaætlanini skuldi skipið koma mánamorgunin klokkan 5
Norröna er seinkað og kemur til Føroyar klokkan 23 í kvøld
 
13.01.2015 - 09:05

<p>Norröna, sum er á veg úr Hirtshals, verður á Havnini klokkan 23 í kvøld, sigur Rúni Poulsen, stjóri í Smyril Line. Sostatt verður skipið nærum tvey samdøgur seinkað. Tað er ringa veðrið sum er atvoldin til seinkingina.</p>

<p>Longu tá Norröna var ávegis til Hirtshals hevði hon ein drúgvan túr. Vanliga verður siglt í 36 tímar úr Føroyum til Danmarkar, men av tí at neyðugt var at kroka undir Hetlandi, tók tann ferðin 52 tímar.</p>

<p><img alt="" src="/sites/default/files/images/wick-scotland.jpg" style="width: 470px; height: 264px;" /></p>

<p>Í løtuni er Norröna stødd útfyri Wick í Skotlandi (frámerkt á kortinum). Hon siglir við 17 sjómíla ferð, og verður á Havnini klpkkan&nbsp;23&nbsp;í kvøld, sigur stjórin. Hóskvøldið klokkan 21 fer Norrøna, sum vant, avstað aftur til Danmarkar.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815