Fyrst í audiens hjá álitisfólkinum síðani setan

Fyrst í audiens hjá álitisfólkinum síðani setan
Starvsmannafelagið fekk í nýggjar sáttmálar, at nýggj fólk á Posta og Tele skulu fyrst hitta felagsálitisfólkið, áðrenn tey undirskriva setanarprógv
Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, fegnast um nýggju regluna í sáttmálunum fyri Posta og Føroya Tele
 
19.01.2015 - 13:15

Tá Posta ella Føroya Tele seta fólk í starv, skal álitisfólkið hjá Starvsmannafelagið fyrst tosa við fólkini, áðrenn setanarskjalið verður undirskrivað.

Tað fekk Starvsmannafelagið við í nýggju sáttmálarnar, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið gjørdu fríggjadagin.

Starvsmannafelagið fegnast um, at tað fekk í sáttmálan, at tá fólk verða sett í starv eftir sáttmálanum verður skipað fyri fundi millum starvsfólkið og felagsálitisfólkið. 

Stórt framstig

Endamálið við hesum fundum er at geva felagsálitisfólkinum høvi at kunna nýggj starvsfólk um limaskap í Starvsmannafelagnum. Hesir fundir skulu vera, áðrenn setanarprógvið verður undirskrivað. 

- Hetta er eitt týðandi framstig. Hetta gevur okkum høvi at kunna starvsfólkini um rættindi og fyrimunir annars við at vera í fakfelag, sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum.

Eisini eru Starvsmannafelagið og Arbeiðsgevarafelagið samd um, at tá fólk fáa boð um at koma til arbeiðis, tá tey hava feriu, skulu tey fáa dupulta tímaløn og ongantíð fyri minni enn hálvan dag.   

Tveir lønarhækking

Sambært tvey ára sáttmálanum, sum Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið gjørdu fríggjadagin, hækkar lønin hjá limum Starvsmannafelagsins á Posta og Føroya Tele 1,98 prosent 1.januar í ár og 2,25 prosent 1.januar 2016.

Selma Ellingsgaard sigur, at tey í Starvsmannafelagnum eru hampiliga nøgd við úrslitið.  

Starvsmannafelagið gjørdi eisini avtalu við Føroya Arbeiðsgevarafelag um, at arbeiðssteðgur skal fráboðast við 48 tíma freist. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650