Reiðarar og fiskimenn fara nú at samráðast

Reiðarar og fiskimenn fara nú at samráðast
´Tvey manningarfeløg hava handað síni krøv og fingið krøvini hjá Reiðarafelagnum
Samráðingar um korini hjá fiskimonnum næstu árini byrja nú.
 
21.01.2015 - 12:18

Fyrst í næstu viku fara Reiðarafelagið og Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið og Maskinmeistarafelagið undir sáttmálasamráðingarnar.

Mánadagin góvu Maskinmeistarafelagið og Reiðarafelagið hvørjum øðrum krøvini til nýggjar sáttmálar, og í gjár býttu Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið um krøv.

Skipara- og navigatørfelagið er ikki til reiðar enn við sínum krøvum, men tað verður síðst í januar.

Manningarfeløgini søgdu sáttmálarnar upp. Teir vóru galdandi til nýggjárs.

Yvirmannafeløgini og Reiðarafelagið longdu sáttmálarnar til 1.mars, og Fiskimannafelagið góðtók, at samráðingarnar vórðu útsettar, meðan Reiðarafelagið var bundið av samráðingum við onnur lond um fiskirættindi.

  

   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558