Venjingardysturin er endaður sum løgreglumál

Venjingardysturin er endaður sum løgreglumál
Løgreglan kannar nú hvat hendi, tá venjingardysturin millum HB og Víking í gjárkvøldið varð steðgaður orsakað av harðskapi
 
21.01.2015 - 16:35

Venjingardysturin millum HB og Víking í gjárkvøldið varð steðgaður, tá Hans Jørgen Djurhuus hjá Víkingi gav Poul Ingason hjá HB ein framaná.

Seinni varð staðfest, at Poul Ingason hevði brotið nøsina.

Eingin hevur meldað tilburðin, men løgreglan hevur sjálv valt at taka málið upp.

-Løgreglan hevur tikið hetta málið upp, tí tað er harðskapur sum fer fram í tí almenna rúminum, sigur Jón Kruse, løgreglumaður, við Útvarpið.

Hóast tilburðurin fór fram á einum fótbóltsvølli, so verður tað viðgjørt sum onnur harðskapsmál, sigur Jón Kruse.

Løgreglan fer nú at avhoyra vitni, ið vóru tilstaðar, tá tilburðurin fór fram.

Leikarar, venjarar, áskoðarar og dómari skulu avhoyrast.

Ákæruvaldið skal síðani gera av, um harðskapsmál skal reisast.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576