- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bygnaðurin tillagaður: Fimm fólk søgd úr starvi
Bygnaðurin tillagaður: Fimm fólk søgd úr starvi
Almannaverkið hevur sagt fimm fólkum úr starvi, nú bygnaðurin er umskipaður. Nýggjur leiðslubygnaður er skipaður, sigur stjórin, Edvard Heen

Almannaverkið hevur tillagað bygnaðin, eftir at eldraøkið á nýggjárinum varð lagt út til kommununar sjálvar at umsita. Fimm fólk verða søgd úr starvi
02.02.2015 - 10:48
<p>- Vit klára ein part við umleggingum og nátúrligari frágongd, men vit sleppa tíverri ikki undan uppsøgnum, sigur stjórin, Edvard Heen, í tíðindaskrivi fyri løtu síðan.</p>
<p>Starvsfólkini í Almannaverkinum fingu klokkan 10 í morgun kunning um næsta stigið í menningini av Almannaverkinum frá stjóranum, Edvard Heen.</p>
<p>Ein av avleiðingunum, nú bygnaðurin er umskipaður, er, at fimm fólk í morgun fingu ætlanarskriv um uppsøgn. Orsøkin, til uppsagnirnar er, at eldraøkið á nýggjárinum varð lagt út til kommununar sjálvar at umsita.</p>
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV























