Dimmalætting hevur kært Fiskimálaráðið

Dimmalætting hevur kært Fiskimálaráðið
Í oddagreinini í blaðnum seinasta fríggjadag stendur, at Dimmalætting spurdi Fiskimálaráðið um útlendskan ognarrætt í føroysku fiskivinnuni
Dimmalætting hevur kært Fiskimálaráðið til Løgtingsins umboðsmann, tí Dimmalæting ikki fekk innlit í upplýsingar, blaðið bað um

02.02.2015 - 08:09

Dimmalætting hevur kært Fiskimálaráðið til Løgtingsins umboðsmann. Í oddagreinini í blaðnum seinasta fríggjadag stendur, at Dimmalætting spurdi Fiskimálaráðið um útlendskan ognarrætt í føroysku fiskivinnuni.

Í lógini um vinnuligan fiskiskap stendur, at Fiskimálaráðið eigur at fáa boð um allar útlendingar, sum eiga í føroyska fiskiflotanum. Dimmalætting bað tí um innlit í hesar upplýsingar.

Dimmalætting spurdi Fiskimálaráðið, hvørjir útlendingar eiga í føroyskum fiskivinnufeløgum, og hvussu nógv, teir eiga. Men tað bar ikki til at fáa at vita.

Dimmalætting góðtekur ikki svar

Dimmalætting skrivar, at Fiskimálaráðið segði seg hava upplýsingarnar, men tær eru í hvørjum einstøkum máli. Einki heildaryvirlit er til.

Sambært Dimmalætting svaraði Fiskimálaráðið, at tað fór ikki at brúka orku til at gera eitt tílíkt heildaryvirlit. Hetta svarið góðtekur Dimmalætting ikki, og hevur tí kært Fiskimálaráðið til Løgtingsins umboðsmann.

Løgtingsins umboðsmaður hevur longu eitt annað mál, sum líkist nógv tí hjá Dimmalætting. Kært varð um, at ikki bar til at fáa at vita frá Fiskimálaráðnum, hvørji veiðiloyvi eru í føroyska fiskiflotanum.

Svarið var tað sama, sum Dimmalætting fekk: einki heildaryvirlit finst, tí veiðiloyvini liggja í hvørjum einstøkum máli. Men eftir at Løgtingsins umboðsmaður vendi sær til Fiskimálaráðið, skuldi ráðið fáa øll veiðiloyvini í eitt heildaryvirlit.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815